FM í taekwondo
Um vikuskiftið var skipað fyri FM í taekwondo fyri fyrstu ferð. Her ber til at síggja brot úr kappingini, sum var í Bylgjuni í Runavík
Rólant Waag Dam – kvf.fo
Kappast var í tveimum bólkum.
Í A-bólkinum vóru seks føroyameistarar og í B-bólkinum tríggir.
Hwarang Føroyar skipaði fyri kappingini, har umleið 70 fólk kappaðust.
Umframt sjálva kappingina hevði felagið fingið tveir olympiskar dómarar heim at døma kappingina og hava skeið.
Næsta avbjóðingin hjá taekwondo-fólkum í Føroyum verður 2. november, tá fleiri fara til roynd í svørtum belti.



