Taekwondo fingið landsliðsvenjara

Danskur venjari skal vera við til at menna taekwondo í Føroyum.
Føroyska taekwondo-felagið, Hwarang Føroyar, hevði í gjár hugnakvøld í skúlanum í Søldarfirði, har tikið varð saman um árið og forkunnugir gestir so sum borgarstjórin í Runavíkar kommunu, Tórbjørn Jacobsen, og kringvarpsstjórin, Ivan Hentze Niclasen, vóru á gátt og søgdu nøkur orð.
Hwarang Føroyar kann líta aftur á eitt gott 2019, har nakrir av limum felagsins hava útmerkað seg uttanlands. Stovnarin og høvuðsvenjarin, Høgni K. Dávason, er vorðin norðurlendskur meistari, og Oda Weihe, Elinborg K. Dávadóttir og Noomi K. Heradóttir eru blivnar danskir meistarar.
2019 hevur eisini í aðrar mátar verið eitt gott ár fyri føroyskt taekwondo. Skipað hevur verið fyri FM á fyrsta sinni, dómarar hava fingið prógv og 17 føroyingar hava fingið svartbelti. Harafturat hevur Taekwondosamband Føroya eisini fingið altjóða limaskap í World Taekwondo (WT).
Nú árið er um at halla, so náddi Taekwondosambandið í gjár eisini at avdúka eini góð tíðindi afturat. Tað er, at Føroyar nú hava fingið sín fyrsta landsliðsvenjara í taekwondo. Talan er um danska Mathias Gabrielsen, ið hevur svartbelti og hevur kappast á høgum støði kring heimin.
Mathias Gabrielsen fekk eyga á føroyskt taekwondo í KVF-dokumentarinum ‘Drongurin við svarta beltinum’ um 15 ára gamla úrmælingin, Høgna K. Dávason. Hann ynskti at venja Høgna, og nú er Mathias Gabrielsen so fluttur til Føroya og settur í starv sum føroyskur landsliðsvenjari.
– Tað er ein fongur at hava fingið Mathias til Føroya og nú til landsliðsvenjara. Han dugir væl við ungum og børnum, er í góðum lag og dugir ómetaliga væl at venja. Vit ætla at stovna tvey nýggj feløg, og tá er alneyðugt at vit hava eitt landslið og ein landsliðsvenjara, sigur forkvinnan í Hwarang Føroyum, Noomi K. Heradóttir.
Eisini Høgni K. Dávason, sum umframt at vera mætasti íðkarin eisini sjálvur er høvuðsvenjari í Hwarang Føroyum, fegnast um donsku tilgongdina.
– At vit hava fingið Mathias sum landsliðsvenjara hevur nógv at siga fyri meg, men eisini sera nógv at siga fyri taekwondo í Føroyum. Øll lond hava landslið og landsliðsvenjara, og nú eru vit eisini har. Vit eru til reiðar, og við Mathias sum landsliðsvenjara fara vit at røkka langt, sigur Høgni K. Dávason, høvuðsvenjari í Hwarang Føroyum.
Á myndini síggjast: Mattias Gabrielsen og Vivian Guðjónson, forkvinna í Taekwondosambandi Føroya.
Greinin er tikin av in.fo



